top of page

UM FIMM RÁÐGEVING

Heðin Poulsen
 
fartel. +298 258019
t-post: hedin@fimm.fo

FIMM RÁÐGEVING ráðgevur í leiðslu og strategi.

Grundað á 15 ára leiðsluroyndir í framleiðslu-, tænastu- og

bankavinnu og MBA útbúgving, veiti eg praktiska ráðgeving og sparring. 

Støðið verður altíð tikið útfrá tørvi kundans, og tilverugrundin (missiónin) er at hjálpa leiðslum fram ímóti

framúrskarandi avrikum.

 

Eisini havi eg fleiri ára royndir at undirvísa ymsum lærugreinum á Akadmiútbúgvingini. Hesi eru leiðsla í verki, verkætlannarleiðsla, strategisk leiðsla, fyriskipan og starvssálarfrøði, tvs. at eg haldi meg dagførdan við nýggjastu amboðunum innan leiðslumenning. 

 

 

MBA frá Henley Business School í Onglandi, sum hevur triple accreditation og er ein av fremstu universitetum.

Arbeiðsroyndirnar umfata m.a. stjórastarv hjá HDYGD, JT electric og MTHøjgaard, vinnuráðgevi og verkætlanarleiðari í Eik, deildarleiðari á framleiðsludeildini hjá Landsverk.

Meira um mína yrkisleið sæst á LinkedIN

 

 

Hví fimm?

Talið ‘fimm’ er eitt nógv sigandi tal fyri meg. Umframt at vit eiga fimm børn, so hóskar fimm væl til leiðslu og strategi:

  1. Fyrsti íblástur til at bjóða meg fram at ráðgeva, eru fimm teir týdningarmestu spurningarnir, hjá Peter F. Drucker. Hann spyr um missión, kundar, kundavirði, úrslit og ætlan. 

  2. Jim Collins lærir um leiðslu í fimm stigum, har góðir leiðarar náa upp á triðja ella fjórða stig, ímeðan framúrskarandi leiðarar eru á fimta stigi. 

  3. Samb. Michael Porter eru fimm máttir, sum mynda kapping í eini vinnu. Skipanin “Porter’s Five Forces”, greinar náttúruna í kapping í eini vinnu: Keypiorka hjá veitarum, keypiorka hjá kundum, hóttanir frá líknandi vørum og tænastum, hóttanir frá nýggum veitarum og kapping ímillum verandi kappingarneytar. 

  4. Ein stjóri hevur (vanliga) fimm áhugabólkar at halda seg til – ella rættari; uppgávan hjá einum stjóra, er at fáa samspælið í millum fimm áhugabólkar at ganga upp í eina hægri eind. Teir eru: nevnd, starvsfólk, kundar, veitarar og lokala samfelagið. 

  5. Í Bíbliuni verður fimm mangan sett ísamb. við fyrireiking. Fyrstu fimm bøkurnar í bíbliuni fyrireika okkum til søguna hjá Ísrael ígjøgnum restina av bíbliuni. Dávid tók fimm steinar, táið hann fór ímóti Goliat. 5 moyggjar fyrireikaðu seg at møta brúðgomminum. Fyri at hini heiløgu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging, gav Gud okkum fimm ymiskar tænastur - ápostlar, profetar, evangelistar, hirðar og lærarar.

 

 

 

bottom of page