top of page

TÆNASTUR

Tørvir og ynskir eru ymisk, og kunnu vit bjóða eitt breitt úrval av tænastum til fyritøkur, stovnar og persónar. Endamálið er at geva tað tænastuna, sum tykkum tørvar og at verða við at skapa tíðuligan framburð. 

 

 

Strategi
​​

Hvørjir eru fimm teir týdningarmestu
spurningarnir, sum tú kanst spyrja um tína fyritøku? 

Hvør er okkara tilverugrund? Hvør er okkara kundi? Hvat virðis-metir kundin? Hvørji eru okkara úrslit? Hvørja ætlan hava vit?

Hava tit svarið til hesar spurningarnar? Hava tit arbeitt við teimum? Ynskja tit at gerast betri og náa betri úrslitum? Ynskja tit at flyta tykkum fram ímóti framúskarandi avrikum? Ella gera tit tað sama sum altíð og vóna øðrvísi úrslit. Veitst tú hvat Einstein kallar tað?
 

Leggja tit ætlanir fyri framtíðina? Náa tit teimum ella ikki? Vita tit hví úrslitini eru sum tey eru?

 

Stríðast tit við at kappingin er hørð? Hvør er munurin á kappingarneytunum og tykkum? 

 

Spæla tit fyri at vinna?

 

Leiðsla

​​

Hava tit avbjóðingar við starvsfólki? Hava tit røttu starvsfólkini? Eru tey motiveraði og loyal? Eru teirra avrik nøktandi?

 

Hevur tú sum stjóri, avbjóðingar við nøkrum áhugabólki, ella at fáa samspælið í millum áhugabólkarnar: nevnd, starvsfólk, kundar, veitarar og lokala samfelagið, at ganga upp
í eina hægri eind?

 

Hava tit partaeigarasáttmála ímillum partaeigararnar?

 

Hava tit eina sunna fyritøku? Er leiðslutoymið
so væl virkandi, at tað er ein kappingafyrimunur?

 

Standa tit fyri at skulu gera broytingar, men hava trupuleikar at gjøgnumføra tær?

 

Tørvar tykkum sparring? Ella hava tit brúk fyri fyribils leiðslu ella kanska nevndarlimi?

 

Aðrar tænastur

​​

Hava tit tørv á strategiskum samstarvs feløgum fyri at náa nýggjar marknaðir, ella til at menna fyritøkuna til framtíðina? Ella munnu fyrimunir vera at útveita virksemi til aðrar veitarar?

 

Hvussu við sølu og marknaðarføringsætlan?

 

Hugsa tit um ættarliðsskifti?

 

Hava tit trupuleikar við gjaldførinum? Hava tit brúk fyri at gera eitt turn around ella eina umfígging? Ella at samráðast við banka?

 

Tørvar tykkum hjálp at finna røttu starvsfólkini og at seta tey í starv?

 

Aðrar tænastur, sum vit kunnu veita, í samstarvið við aðrar veitarar, eru: søla, fígging, roknskap, goymslustýring, keyp/søla av virkjum og ognum, løgfrøði v.m.

 

BLOGGAR um leiðslu, strategi v.m. síggjast her.

 

1. Tænastu-vinningsketan

2. Hvussu álit kann uppbyggjast

3. Týdningurin av at hava eina hugmynd

"Greið mær frá - og eg gloymi, vís mær - og eg minnist, drag meg uppí - og eg skilji", segði Benjamin Franklin.

Hesa meginreglu taka vit hædd fyri, og vilja vit leggja upp til at kundin verður við í øllum, sum vit gera, soleiðis at úrtøkan verður stórst. 

 

bottom of page