LEIÐSLA
Hvat er leiðsla?
Tað eru nógvar ymiskar allýsingar av hugtakinum leiðsla.
Dømi um allýsingar:
-
Leiðsla snýr seg um trý ting: - at samskifta eina kós, - at samskipa uppá tvørs, - at skapa eldhuga (Johnny í Grótinum)
-
Leiðsla er ávirkan – einki meir, einki minni (John C. Maxwell)
-
Einasta greining av einum leiðara, er ein, sum hevur fylgjarar (Peter F. Drucker)
-
Leiðsla er evnini at umskapa hugmynd til veruleika (Warren Bennis)
Leiðsla snýr seg um at ávirka og leiða menniskju fram ímóti felags máli, at føra menniskju ella bólkar frá A til B; frá verandi støðu til eina betri framtíðarstøðu.
Jim Collins skrivar í kendu bók síni, "From Good to Great" um leiðslu í 5 stigum, har góðir leiðarar náa upp á 3. ella 4. stig, ímeðan framúrskarandi leiðarar eru á 5. stigi. Tað hugvekjandi er at leiðarar á 5. stigið sermerkja seg við eyðmjúkleika.
Er munur á leiðslu og stýring?
Bókin "Ledelse i praksis" greinar leiðslu at snúgva seg um at taka avgerðir, ímeðan stýring snýr seg um at minimera munir, sum merkir at raka eitt fastsett mál so neyvt sum møguligt.