Gott samskifti
Í sjálvum sær er samskifti ikki so nógv, men uttan samskifti, verður nógv til einki. Gott samskifti fremur, ímeðan vánaligt samskifti forðar.
Marta hevði tikið uppskriftina fram og gleddi seg at bjóða manninum Karl, ein góðan kaffimunn og hansara yndis køku. Men hon manglaði okkurt og ringdi tí til Karl: “Góði, keyp tríggjar pakkar av mjólk heim við, og um tey hava egg, keyp so tíggju”, segði hon. Táið Karl kom heim, spurdi Marta, hví hann hevði keypt tíggju pakkar av mjólk. “Tí tey høvdu egg”, svaraði Karl.
Hvat hendi? Hevði Karl gjørt tað, sum Marta bað hann um? Vit kunnu bæði siga ja og nei. Jú, hann hevði gjørt júst tað, sum hon bað um, men greitt er, at hon ikki fekk tað, sum hon ynskti sær. Hon fekk ov nógva mjólk og eingi egg. Hann hevði als ikki brúkt høvdið og mett um, hvat tað var, sum hon mundi meina við. Hann hevði ikki gjørt tað, sum Peter F. Drucker sigur vera tað týdningarmesta við samskiftinum: at lurta eftir tí, sum ikki verður sagt. At duga væl at lurta, er líka umráðandi fyri at fremja gott samskifti, sum at siga frá. Vit kunnu hugsa okkum, hvussu bleiv við køkuni, sum Marta hevði glett seg at geva Karl, og hvat Karl segði til at fáa kornflakes og mjólk, ístaðin fyri. Vit kunnu eisini hugsa okkum, hvussu samskiftið varð, næstu ferð Marta ringdi og bað mannin keypa mjólk og egg.
Er tú tilvitað/ur um hvussu tú samskiftir? Vit samskifta øll, meira og minni, alla tíðina. Samskifti er ikki so nógv í sær sjálvum, men tað er límið, sum fær tingini at virka. Vit senda eini boð og fáa svar. Vit møtast til fundir, fyri at samskifta um støðuna og ætlanir. Samskifti einsamalt fremur onga ætlan, men samskifti skal til fyri at avgera, hvat skal gerast, hvør skal gera tað, hvussu og nær. Vit samskifta eisini, táið vit leggja langtíðar ætlanir, um hvagar vit skulu, og hvussu vit koma hagar.
Men mongum brestir ætlan, og vit síggja, at trupulleikar kunnu stinga seg upp. Peter F. Drucker sigur at 60% av øllum leiðslutrupulleikum stava frá vánaligum samskifti. 60% er nógv, men spurningurin er, um talið ikki er hægri enn 60%. Tí er tað so umráðandi við góðum samskifti, og minst til at hvussu tú sigur tingini, er líka týðandi, sum hvat tú sigur. Gott samskifti fremur, ímeðan vánaligt samskifti forðar.
Um móttakarin ikki skilir boðini, hevur tú ein trupulleika.
Upplivir tú at tíni boð verða misskilt? Hevur tú hugsað um hvør orsøkin man vera? Hugsar tú um Karl sum ein irriterandi ella vánaligan liðleikara, sum ikki ger sær ómak í starvinum; ella hevur tú hugt inní teg sjálva/n og hugsað um, um tú kanst orða teg greiðari? Tú hevur ábyrgd av at móttakarin skilir boðini. Tí eigur tú at orða teg greitt. Og fyri at tryggja at boðini eru skilt, biður tú um feed-back.
Tað snýr seg um hugburð . Gott samskifti fær tingini at koyra nógv betur. Hevur tú rætta hugburðin og ert greið/ur í tínum samsifti kemur tú langt. Ert tú harafturat jaligur, kemur tú enn longri. Nøkur ráð til at brúka gott samskifti til at fremja søkina eru: Ver virðilig/ur og set teg í staðið hjá tí, sum tú samskiftir við. Far eftir bóltinum, heldur enn manninum. Vinn persónin heldur enn kjakið. Ver ikki bangin fyri ósemjum, men lat tær vera uppbyggjandi heldur enn niðurbrótandi.