top of page

STRATEGI

Hvat er strategi?

 

Strategi er ein ætlan um at vinna. Ein stríðsætlan.

Hetta er bæði galdandi fyri herin, sum ætlar at vinna kríggið, og fyri ítróttarfelagið, sum ætlar at vinna dystin, og eisini fyri fyritøkuna, sum ætlar at náa sínum málum, og vinna á sínum kappingarneytum. 

"Kjarnan í strategi er at velja hvat man ikki skal gera" sigur Michael Porter, sum hevur skrivað klassikararnar innan strategy, Competitive Competition og Competitive Advantage. 

Hava tit eina strategi? Vita tit hvat tit ynskja at náa? Vita tit hvussu tit skulu náa hesum? Vita tit hvat tit ikki skulu gera?

Hvussu er við hugmynd (visión), tilverugrund (missión) og virðum?

Virðisgrundarlagið er tað, sum fyritøkan stendur á. Tilverugrundin er tað, sum fyritøkan ger og Hugmyndin er hagar hon ætlar sær. 

Hava tit sett tykkum nøkur langtíðar mál og nøkur stutt tíðar mál? Hvar ímynda tit tykkum at vera um 3-5 ár og hvussu ætla tit at koma hagar?

Summi gera tað sama, sum tey altíð hava gjørt og vænta/vóna eitt øðrvísi úrslit. Tað kallar Einstein fyri vitloysi, ella sinnisjúku. 

 

 

 

 

 

 

bottom of page