

Tænastu-vinnings ketan
Hjá mongum virkjum og stovnum er starvsfólkið týdningarmesta tilfeingið. Uttan starvsfólk ber ikki til at útføra uppgávurnar. Uttan starvsfólk liggja vinnutól og útbúnaður lamin. Er talan um vitanar- arbeiðspláss, hevur starvsfólkið alstóran týdning, og er virksemið fullkomiliga treytað av teirra førleikum og íkasti. Úrslitagóðir leiðarar hugsa um viðurskifti, sum føra til vinningsføri. Íløgur í starvsfólk, stuðlandi tøkni til oddafólk, nútíðar starvsetanir og útbúgvingar, og